Skulu politiskir flokkar og politikarar annars boða almenninginum frá hvør stuðlar teirra valstríði?
Tann spurningurin verður viðgjørdur, tá Løgtingið kemur saman klokkan 11 í dag. Tað er Kristina Háfoss, sum hevur lagt uppskot fram vegna Tjóðveldi um størri opinleika og gjøgnumskygni tá tað snýr seg um stuðul til politiskt valstríð.
Skotið verður upp, at politisku flokkarnir í sínum roknskapum upplýsa hvaðani inntøkurnar koma ”fyri at tryggja, at almenningurin altíð kann fáa fult innlit í, hvussu politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fíggja valstríð og virksemi teirra, herundir hvør privatur stuðul verður latin flokkum, løgtingslimum og valevnum”.
Uppskotið varð lagt fram í fjør, og varð fyrstu ferð viðgjørt á tingi í november. Til aðru viðgerð í dag, hevur rættarnevnin latið eitt álit, har nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Minnilutin, nevndarumboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, mæla tinginum til at samtykkja uppskotið hjá Kristinu Háfoss, meðan meirilutaumboðini mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið.
- At áleggja politiskum flokkum at almannakunngera nøvn á persónum og fyritøkum, sum møguliga veita stuðul, fer neyvan at hava stórvegis ávirkan. Í ringasta føri kann hetta hava við sær, at eingin vil stuðla politiskum flokkum og valevnum, skriva Christian F. Andreasen, Erhard Joensen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen í álitinum.
Trý uppskott hava fyrstu viðgerð í dag. Tað snýr seg um eitt uppskot frá Helga Abrahamsen um at seta nakrar elligamlar løgtingslógir – sum ongan týdning hava longur – úr gildi.
Onnur fyrsta viðgerðin er eitt uppskot frá Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu, um váttan av faðirskapi ”...fyri at tryggja rættindini hjá einum barni mótvegis pápanum og rættin hjá barninum at kenna sín uppruna”.
Seinasta mál á skránni er eitt uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi um at staðfesta, at føroyskt er rættarmál burturav í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald