Innanlands

Politistarnir sóu so kaldir út: Fingu kaffimunn og sjokulátu

Úti í kuldanum við rundkoyringina í Kollafirði stóðu tveir politistar og greiddu bilførarum um, at tunnilin var stongdur. Men eitt par tók synd í teimum, og gjørdi ikki mætari enn at keypa teimum ein kaffimunn

2023-03-13 14:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Politi: Í gjár var Kollafjarðartunnilin stongdur eina løtu vegna oljulukt og ringt sýni inni í tunlinum.

Í hesum sambandi valdi politiið og Landsverk at stongja tunnilin, meðan arbeitt var upp á trupulleikan.

Úti í kuldanum við rundkoyringina í Kollafirði stóðu tveir politistar. Merkt av naglakulda og køld um nasarnar greiddu tey fryntliga mongu bilførarunum frá, at tunnilin var stongdur og at koyrast mátti eftir Oyggjarvegnum. 

Í einum av mongu bilunum sótu maður og kona. Sum øll onnur blivu tey eisini vegleidd um trupulleikan í tunlinum og vendu við. 

Løtu seinni kom sami bilur aftur og steðgaði. Politistarnir undraðu seg yvir, um parið mundi hava misskilt okkurt. Tunnilin var jú enn stongdur.

Annar politisturin fór til føraran, sum rullaði rútin niður. Politisturin bukkaði seg niður og skuldi akkurát siga nøkur formanandi orð við føraran, tá tvey kaffikrúss og tvey kremegg komu til sjóndar. Og áðrenn politisturin fekk orðið upp, blivu krússini og kremeggini stungin honum í hendurnar. Politisturin stóð sum kánus.

Tað vísti seg tó, at tá parið í bilinum bleiv steðgað fyrstu ferð, hildu tey, at politistarnir sóu so kaldir út. Tí høvdu tey verið og keypt politistunum ein kaffimunn og sjokolátu afturvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder