
Eftir seks vikum við ymiskum samráðingum er nú loksins komið á mál í Danmark: Mette Frederiksen hevur funnið tveir samstarvsflokkar "hinumegin miðjuna", ið eisini geva henni ein reinan meirluta.
Les eisini: Mette Frederiksen skipað stjørn við Ellemann og Løkke
Ein slík meirilutastjórn er óvanlig í Danmark, har tað oftast verða gjørdar avtalur við stuðulsflokkar, ið atkvøða fyri í ymsu málunum. Við stóra sosialdemokratiska flokkinum, vinstra flokkinum og Moderaterne hevur hendan stjórin 89 timglimir. Føroysku og grønlendsku umboðini blanda seg vanliga ikki í donsk innanríkisviðurskifti.
Hetta er bert aðru ferð eftir 2. heimsbardaga, at tað verður ein stjórn yvirum miðjuna í donskum politikki. Seinast helt tað bert eitt ár. Mette Frederiksen gjørdi skjótt greitt, at hon ynskti eina breiða stjórn, men ein og ein fullu teir flokkarnir, ið vóru til samráðingar hjá samráðingarleiðaranum.
Forfólk í hesum flokkunum eru ímillum tey, ið hava verið mest atfinningarsom, síðani tað í gjár gjørdist greitt, at talan verður um eina SVM-stjórn. Bæði forfólk til høgru (í siðbundna bláa blokkinum) og til vinstru (í reyða blokkinum) fyrihalda seg í minsta lagi ivasom til nýggju stjórnina. Har er millum annað hvassar røddir á vinstra vonginum, ið eru óttafullar forfardur um, at Mette Frederiksen velur at taka so bláar flokkar við, og at hetta fer at ganga útyvir millum annað ymiskan virðis- og fíggjarpolitikk og grøna politikkin.
Løkke og Elleman-Jensen fegnaðust í gjárkvøldið, tá samgonuskjalið var í pottinum. Teir hava tó brotið ymisk lyfti fyri at sleppa í stjórn (Myndir: EPA)
Pia Dyhr Olsen, forkvinna í Socialistiskt Folkeparti, ið verður størsti andstøðuflokkur, skrivaði á Twitter í gjárkvøldið, at hon vónar at tað í grundarlagnum fyri hesa stjórnina eru nøkur av høvuðsvirðunum hjá flokkinum: Umhvørvi, trivnaður hjá børnum og ungum og javnløn. SF ynskti ongantíð eina breiða stjórn, men var í samráðingunum til fyri viku síðani: Tað bleiv ov blátt, sambært Piu Dyhr Olsen.
Viðmerkjarar hava eisini undrast og longu funnist at ymskum; millum annað Lars Løkke Rasmussen og Jakob Elleman-Jensen hava slept kravinum um, at ein løgfrøðilig meting í minkmálinum skal til. Tað eru nógv í bláa blokkinum - eisini inni í Venstre til dømis - ið halda at hetta er langt uti og eitt álitisbrot, og at Mette Frederiksen sleppur lætt. Serliga er tað Elleman-Jensen, ið fær av grovfíluni .
Eftir standa Socialdemokratiet, Venstre og Moderaterne. sum hava tíðindafund nú klokkan 11. Har luttaka omanfyrinevndu forfólkini, og fara tey at leggja fram stjórnargrundarlagið - samgonguskjalið. Tað er longu eitt ávíst trýst á teimum, men sambært forsætismálaráðsfrúðuni fara miðlar og fólk í Danmark at verða "tikin á bóli".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald