
Polska hervaldið mátti taka stig mótvegis einum skipi úr russiska sokallaða skuggaflotanum, sum framdi illgrunasamt virksemi nærhendis einum alkaðali í Eystrasalti.
“Eitt russiskt skip frá ‘skuggaflotanum’, sum er umfataður av handilstiltøkum, framdi illgrunasamar manøvrur nærhendis ein elkaðal, ið bindir Poland við Svøríki”, skrivaði polski forsætisráðharrin, Donald Tusk, á X í dag.
“Eftir eitt væleydnað inntriv frá okkara hervaldi, rýmdi skipið móti einari av russisku havnunum”, legði Tusk afturat og upplýsti, at eitt kanningarfar frá polsku sjóverjuni nú er á vet at kanna økið.
Polski verjumálaráðharrin Wladyslaw Kosiniak-Kamysz sigur, at tað var eitt av teirra flogførum, sum fekk russiska skipið at taka til rýmingar.
Sjókaðalin er ein 600 metawatt kaðal, sum er úr svensku strondini nærhendis Karlshamn til Ustka á norðurstrond Polands, sum ger at londini kunnu flyta streym alt eftir hvar framleiðan er bíligari, skrivar yle.fi.
Sambært polska elfelagnum, PSE, virkar kaðalin sum ætlað í løtuni.
Trygdargreinarar hava víst á, at Russland hevur ein stóran sokallaðan skuggaflota við fleiri hundrað skipum, sum landið brúkar til at skáka sær undan revsitiltøkunum, sum vestanlond hava sett í verk móti russiska oljuútflutninginum orsaka av krígnum í Ukraina.
Fleiri kaðalar á havbotninum í Eystrasalti fingu skaða í fjør, og fleiri serfrøðingar siga, at hetta er partur av einum sokallaðum ‘hybrid-kríggi’, sum Russland førir móti vestanlondunum.
ES setti í gjár nýggj tiltøk í verk móti Russlandi og skuggaflotanum, og hótti við enn fleiri revsingum um Moskva ikki tekur undir við eini vápnahvíld í Ukraina.
Pakkin av revsitiltøkum umfatar millum annað at seta næstan 200 tangaskip afturat á svartalista í eini roynd at avmarka møguleikarnar hjá Russlandi at útflyta oljuna, skrivar finska kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald