Innanlands

Pornoavnoyðsla: Fleiri føroyingar móttikið teldupost frá teldusníkum

Teldusníkarnir royna at lumpa fólk til at flyta stórar peningaupphæddir

2018-10-19 16:35 Author image
Oda Strøm
placeholder

Fleiri føroyingar hava seinastu dagarnar móttikið teldupostar frá útlendskum teldusníkum, ið royna at lumpa fólk til at flyta teimum eina ávísa peningaupphædd - og afturfyri verða videoupptøkur av móttakaranum ikki deildar. 

Sambært m.a. TV2 er hetta partur av einum størri álopi, sum fólk í øðrum norðurlondum eisini uppliva í løtuni.

Í teldupostinum uppáhalda teldusníkarnir, sum oftast á enskum máli, at allar kontur hjá móttakaranum eru blivnar hakkaðar, og harafturat siga teldusníkarnir seg hava fingið fatur á upptøkum av móttakaranum, meðan hann hyggur at porno á netinum. Somuleiðis er eitt loyniorð til onkra kontu hjá móttakaranum - tað verið seg loyniorð til Facebook ella til teldupostkontuna - viðheft í teldupostinum. 

 

Skíggjamynd av telduposti, sum ein føroyingur hevur móttikið

Teldusníkarnir skriva, at teir ætla sær at deila videoupptøkuna av móttakaranum, um móttakarin ikki flytir eina ávísa peningaupphædd á eitt Bitcoin-kontonummar, sum er upplýst í teldupostinum. 

Sambært TV2 hava hesir teldusníkar megnað at fingið nógvan pening frá fólki, ið hava móttikið teldupostarnir. Hetta er sum skilst av tí at fólk verða bangin, tí tað hevur meir enn so hent seg, at loyniorðið, sum er viðheft í teldupostinum, hevur verið rætt - og tí flyta fólk peningaupphæddina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder