2019-01-03 21:05
Hevur tú roynt at sleppa á Portalin í kvøld, men tað ikki hevur eydnast, so ert tú ikki tann einasti.
Portalurin og allar undirsíður vóru í kvøld undir einum sonevndum DDoS-álopi, sum legði síðurnar lamnar í ein tíma ella so. Gjøgnum árini hava nógv slík álop verið, og verjan eftir við tíðini blivin rættiliga umfatandi, men man fær ikki vart seg móti øllum
Áður hava umhvørvisfelagsskapir gjørt flestu álopini á føroyskar heimasíður, men enn er ov tíðliga, at siga, hvør framdi hetta álopið.
Talan er um síðurnar portal.fo, dagur.fo, dimma.fo, roysni.fo, fiskur.fo, oljan.fo.
Haldið okkum til góðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald