
Portal.fo og FM1 fara nú undir samstarv.
Portalurin er størsti netmiðil í Føroyum, meðan FM1 er størsta privata útvarpsstøð í landinum. FM1 rekur eisini útvarpsrásina Voxpop og heimasíðuna fm1.fo.
Við at fara undir samstarv – og yvir tíð leggja redaktiónirnar saman – styrkja vit tað journalistiska umhvørvið og skapa grundarlag fyri bæði dygdargóðum og fjølbroyttum innihaldi. Hetta gevur møguleikan at gera meira og betri journalistikk.
– Portalurin og FM1 líkjast nógv í grundhugsan og arbeiðslag. Við einum tøttum samstarvi kunnu vit styrkja okkara støðu munandi – bæði fakliga og við atliti til dygdina í tí, vit bjóða okkara lurtarum og lesarum, sigur Durita Adela Joensen, stjóri á FM1.
FM1 hevur longu eina rúgvu av góðum sendingum og eina serliga sterka støðu innan ítróttafrásagnir. Við Portalinum hevur útvarpsstøðin betri møguleikar at røkka longur út á netinum.
- Eisini hevur Portalurin eina sterka støðu á netmarknaðinum. Við einum útvarpsparti afturat – og viðkomandi vitanini úr FM1 – verður henda støðan bara styrkt, sigur Sverri Egholm, ábyrgdarstjóri á Portalinum.
- Í fyrstu atløgu halda miðlarnir fram at virka hvør sær, men ætlanin er at flyta saman í somu hølir, so tilfeingið og orkan kunnu gagnnýtast enn betur, sigur Bárður Kass Nielsen, sum er stjóri á Portalinum.
Samstarvið hevur við sær, at feløgini sum reka Portalin og FM1, verða løgd undir sama móðurfelag.
Stjóri er Bárður Kass Nielsen. Sverri Egholm heldur fram sum ábyrgdarstjóri á Portalinum og Durita Adela Joensen heldur fram sum stjóri á FM1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald