
Portugal hevur formliga viðurkent Palestina sum stat, boðaði portugisiski uttanríkismálaráðharrin, Paulo Rangel frá sunnudagin sambært Reuters.
– Einasta loysnin, sum kann føra til varandi frið er ein tveystatsloysn (...) tað er umráðandi við einari vápnahvíld, sigur hann.
Rangel leggur afturat, at palestinska Hamas-rørslan ikki kann varðveita valdið í Gazageiranum, og eiga allir gíslarnir í Gaza at verða leyslatnir.
Umframt Portugal boðaðu Stórabretland, Avstralia og Kanada eisini í gjár frá, at tey formliga viðurkenna Palestina sum stat, nakað, sum sambært ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu er at geva løn fyri at fremja yvirgang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald