Innanlands

Posta dagførir útberingina - 11 størv spard burdur

Posta hevur í longri tíð arbeitt við at dagføra útberingina

2019-02-15 11:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Posta hevur í longri tíð arbeitt við at dagføra útberingina. Hetta er gjørt í samstarvi við Posteftirlitið. Umsókn var latin vinnumálaráðnum um broyting í postloyvinum, og hendan umsókn er nú góðkend. Broytingin er ein tillaging í samband við at nøgdin av posti er minkað, meðan nøgdin av frakt er vaksin.

Lýsingabløð, pakkar og flutningur til fyritøkur verða borin út sum higartil. Postur til privat húsarhald á størru plássunum verður borin út soleiðis, at helvtin av húskjunum fær post mánadag og mikudag, meðan hin helvtin fær post týsdag og hósdag.

Talan er um eina tillaging til ta støðugu talgildingina av brøvunum. Broytingin tryggjar Posta framhaldandi lønsemi í postútbering.

Góðskan á útberingini verður óbroytt. Góðskumálið er hitt sama, 95% fyri j+4. Hetta merkir, at 95% av øllum brøvum skulu verða móttakaranum í hendi fjórða gerandisdagin, eftir at brævið er Posta í hendi. Hóast vanligur postur ikki verður borin út fríggjadag, verður góðskan ikki ávirkað, tí stórt sæð ongi brøv hava verið í fríggjadagsútberingini seinastu árini.

Posta leggur dent á lønsemi og má tillaga virksemið eftir tørvi og eftirspurningi. Tilgongdin at broyta útberingina er gjørd í samráð við Posteftirlitið og Vinnumálaráðið. At tilgongdin hevur tikið drúgva tíð og hevur ávirkað starvsfólk, er harmiligt og eigur ikki at koma fyri. Í samband við tillagingarnar eru goð 11 ársverk spard.

Á Posta.fo sæst yvirlit yvir nær postur verður borin út um landið.

Tíðindaskriv frá Posta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder