Posta hevur í dag kunngjørt roknskap sín fyri 2025.
Hann ljóðar á eitt hall, sum var 3,2 milliónir krónur. Hetta er ein ein og ein hálv millión størri, enn hallið var í 2024.
Úrslitið í stuttum:
Nettosølan í 2025 var 94,1 mió. kr. samanborið við 105,9 mió. kr. í 2024.
EBITDA var 7,4 mió. kr. í 2025 samanborið við 8,1 mió. kr. í 2024
Úrslitið gjørdist eitt hall á 3,2 milliónir krónur
Posta skrivar, at árið 2025 var merkt av broytingum og tillagingum, og úrslitið eftir skatt gjørdist eitt hall upp á 3,2 milliónir krónur. Samstundis hevur Posta tikið týðandi stig til at betra um raksturin frameftir og hevur betrað um tænasturnar til viðskiftafólk.
- Vit hava umlagt virksemið og lagt dent á færri, men meira miðvísar tænastur innan post- og pakkaflutning, sum er okkara kjarnuvirksemi. Vit hava gjørt virksemið einfaldari og meira haldført, og tað skapar eitt gott grundarlag fyri betri úrslitum frameftir, sigur Edvard Remberg, stjóri á Posta.
Tillagingar og greið kós
Úrslitið í 2025 var ávirkað av vantandi lønsemi í fraktvirkseminum millum Føroyar og útheimin. Eisini ávirkaði ein fyribils steðgur í brævasendingum frá ávísum veitarum í fjareystri í upp til fimm mánaðir, umframt avskrivingar í sambandi við niðurleggingina av fraktvirkseminum.
- Árið hilnaðist ikki eins væl og ætlað. Men vit hava nú gjørt tillagingar og raðfesta kjarnuvirksemið enn meira. Vit hava góðar vónir um útlitini og leggja alla okkara orku í tað, vit gera best – at bera post, pakkar og stykkjagóðs út í Føroyum, sigur stjórin.
Sum partur av hesum hevur Posta tikið avgerð um at gevast við fraktvirkseminum millum Føroyar og útheimin. Samstundis varð útbering av adressuleysum niðurløgd í árinum, og tað hevur gjørt tað møguligt at skipa raksturin betur.
Pakkar og øðrvísi hølisumstøður
Væntað verður, at pakkar gerast ein týdningarmikil drívmegi frameftir.
Posta skrivar, at man arbeiðir miðvíst við at gera tað enn lættari hjá føroyingum at keypa úr útheiminum, millum annað við nýggjum samstørvum við altjóða postverk og við smidligari tollloysnum. Eisini í Føroyum síggja útlitini jalig út.
- Á kundasíðuni eru tænasturnar styrktar. Pakkaboksir eru nú staðsettar í øllum sentralum økjum, og saman við talgildu loysnunum í Posta-appini og posta.fo er tað vorðið bæði lætt og smidligt hjá viðskiftafólki at avgreiða síni viðurskifti sjálvi.
Posta hevur leigað út høli, sum felagið ikki hevur tørv á, í bygninginum á Óðinshædd 2. Harumframt hevur Posta stovnað pf. Óðinshædd 2, hvørs høvuðsvirksemi er at eiga og útleiga bygningin á Óðinshædd 2.
Við teimum broytingum, sum eru framdar í 2025 og í byrjanini av 2026, væntast avlop í 2026.
Í nevndini í Posta eru
Árni Holger Ellefsen, nevndarformaður
Reidar Nónfjall, næstformaður
Guðrið Højgaard, nevndarlimur
Jóannis Iversen, starvsfólkaumboð
Eigil Andersen, starvsfólkaumboð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald