Posta hevur stóran vøkstur innan flogfraktsøkið. Fyri at víðka um tænastu og um marknaðin, sum umframt Føroyar umfatar Grønland og Ísland, hevur Posta í vikuni latið upp deild í Keypmannahavn - tætt við flogvøllin í Kastrup.
Flogvøllurin í Kastrup, ið er størsti flogvøllur í Danmark, virkar sum eitt knútapunkt fyri flogfrakt til og úr Føroyum, tí er natúrligt at lata upp nýggja deild tætt við flogvøllin.
Deildin er partur av dótturfelagnum Posta Logistics, sum Posta byrjaði í 2015 í Kolding í Jútlandi. Síðan byrjan hevur Posta Logistics havt vaksandi virksemi til Norðuratlantshavið.
“Við nýggju deildini menna vit felagið og hava røttu viðurskiftini fyri enn størri vøkstri. Samstundis styrkja vit um núverandi vinnuliga virksemið og skapa karmar, sum koma øllum okkara kundum til góðar. Vøran kemur okkum fyrr í hendi eins og møguleiki er fyri skjótari levering og heintan. Hetta er ein stórur fyrimunur fyri allar okkara kundar“, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.
Deildarleiðari í Keypmannahavn er Nick Plytsgaard, sum kemur úr einum starvi sum leiðari hjá flogfraktsfelagnum Bendix Transport í Kastrup. Tað starvast nú 9 fólk hjá Posta Logistics - harav 7 í Kolding. Í Kolding hevur Posta goymslu á 1.600 fermetrar og í Keypmannahavn á 800 fermetrar. Umframt flogfrakt taka báðar deildir sær eisini av sjófrakt og innlendis flutningi í Evropa.
- Posta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald