Innanlands

Posturin gevst at bera brøv út í Danmark

Tænastan verður nú røkt av blaðútgevarunum – prísurin at bera út brøv er framvegis munandi bíligari enn í Føroyum

Eyðkendu postkassarnir verða ikki longur partur av gøtumyndini í Danmark (Mynd: PostNord)

Eyðkendu postkassarnir verða ikki longur partur av gøtumyndini í Danmark (Mynd: PostNord)

2025-12-30 09:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag, 30. desember er seinasti dagurin, at posturin í Danmark, PostNord, ber út brøv. Sostatt støðgar ein tænasta, ið hevur virkað í Danmark síðan 1624, skrivar Ritzau.

Framyvir verður tað útberingarfelagið Dansk Avis Omdeling, Dao, sum tekur sær av at bera út øll brøv í Danmark.

Orsøkin til at PostNord gevst við síni brævatænastu er, at tølini av sendum brøvum eru minkað nógv seinastu árini. Sambært Trafikstyrelsen, vórðu 1,44 milliardir brøv borin út í ár 2000. Í 2024 var hetta talið minkað niður í 122 milliónir.

Hetta var eisini orsøkin til, at PostNord fyrr í ár boðaði frá, at felagið gevst við at bera brøv út, og samstundis minkaði um starvsfólkatalið við 1.500.

Hóast talið av brøvum er minkað við 90 prosentum seinastu 25 árini, vónar stjórin í Dao, Hans Peter Nissen, at brævatænastan kann halda fram.

- Vit vóna, at brøvini, ið eru eftir, eru til borgarar, ið fegnir vilja hava tey á henda hátt, sigur hann, sambært Ritzau.

Í 2024 varð sokallaða flutningskravið (befordringspligten, -red.) avskaffað, og hetta merkti, at PostNord ikki longur hevði plikt til at bera brøv út til alt landið.

Stjórin í Dao heldur ikki, at hetta fer at vera orsøk til, at útbering av brøvum fer at støðgað heilt.

- Vit hava borið út í yvir 100 ár, eisini í økjum har fólkatættleikin er lítil. Dagbløðini hava áhuga í, at henda tænastan heldur fram, tí tað eru nógv fleiri avíslesarar í útjaðaraøkjunum, enn tað eru í býunum, vísir stjórin í Dao á.

Um ein í Danmark ynskir at senda eitt bræv frá 1. januar at rokna, skal brævið latast inn í einari av teimum 1.600 ‘pakkeshops’ hjá Dao. Tað kostar 23 krónur at senda eitt vanligt bræv við Dao.

4 krónur dýrari í Føroyum

Í Føroyum hevur Pf. Posta ongar ætlanir um at gevast við at bera út brøv, hóast felagið fyrr í ár avgjørdi at støðga við at bera út ‘adressuleyst’ lýsingatilfar.

Afturfyri hevur felagið boðað frá, at kostnaðurin fyri at senda eitt vanligt bræv á nýggjárinum hækkar úr 25 upp í 27 krónur, tað er ein prísvøkstur á 8 prosent.

Brøv millum 100 og 250 gramm og vanlig brøv til útheimin hækka eisini við tveimum krónum úr 35 til 37 krónur, tað er ein vøkstur á 5,7 prosent.

Eins og í Danmark er tað útberingin av pakkum, sum er grundarlagið hjá føroyska postfelagnum. Ongar prísbroytingar eru í kostnaðinum at bera út pakkar í hesum umfari.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder