Mentan

Poul Andrias Ziska letur egna matstovu upp

Í næstum letur stjørnukokkurin, sum seinastu árini hevur staðið á odda fyri Koks, upp egna matstovu í Havn

(Savnsmynd: Poul Andrias Ziska)

(Savnsmynd: Poul Andrias Ziska)

2025-02-13 23:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í næstum letur nýggj matstova upp í Havn. Stjørnukokkurin Poul Andrias Ziska, sum seinastu nógvu árini hevur verið høvuðskokkur hjá Koks, letur egna matstovu upp.

Hesum boðar hann frá á Instagram í kvøld.

Heitið á nýggju matstovuni er Paz, og staðsetingin verður í Doktara Jakobsens gøtu, á niðastu hædd í 62n Hotel.

- Tíðin er komin til eitt nýtt kapittul - ein sum førir meg aftur til Havnar, har eg eri føddur og uppvaksin. Eg eri ovurfegin at kunngera, at Paz, mín egna matstova í høvuðsstaðnum, letur upp, skrivar Poul Andrias Ziska millum annað á Instagram.

Seinastu árini hevur Koks hildið til í Grønlandi og áðrenn tað frammi við Gjónna og í Kirkjubø.

Hesi støðini hava givið mær møguleika at kanna ráa vakurleikan í náttúruni og trýsta mørkini hjá kulinarisku siðvenjunum og rávørunum, sum eru serstakar fyri hvørt stað.

- At fara frá Koks og hesum serstøku upplivingunum, er ikki lætt, men tað følist sum tíðin er tann rætta. Eg eri sera takksamur fyri ferðina, fólkunum eg havi hitt, og royndunum eg havi lært av hesum fleiri enn tíggju árini sum høvuðskokkur á Koks, skrivar Poul Andrias Ziska.

Borðbílegging letur upp 1. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder