Poul Hansen er ein av stóru heilsølunum í Føroyum, sum harumframt eigur matvøruhandlar runt landið, umframt eigur í øðrum føroyskum vinnufyritøkum.
Árið 2022 hilnaðist væl hjá Poul Hansen P/F, sum hevði besta úrslitið í 4 ár.
Rakstrarroknskapurin
Roknskapurin 2020 vísur, at nettosølan øktist úr 348 mió.kr. í 2021 til 375 mió.kr. i 2022. Vøksturin í søluni var 8 prosent.
Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2022, eisini nevnt ebitda, var 14,1 mió.kr., sammett við 11,6 mió.kr. í 2021, sum er ein vøkstur á 21 prosent.
Ársúrslitið í 2022 gjørdist eitt avlop á 10,3 mió.kr. sammett við 7,6 mió.kr. í 2021. Vøksturin í ársúrslitinum var 35 prosent.
Fíggjarjavnin
Fíggjarjavnin hjá Poul Hansen P/F er øktur úr 316 mió.kr. í 2021 til 349 mió.kr. í 2022.
Støðisognirnar eru øktar úr 228 mió.kr. í 2021 til 256 mió.kr. í 2022.
Poul Hansen P/F er sera væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2022 er 254 mió.kr. Trygdarevnið er tískil 73 prosent, sum verður roknað at verða sera gott.
Langfreistaða skuldin var í 2022 11,5 mió.kr. sammett við 12,5 mió.kr. í 2021.
Stuttfreistaða skuldin er økt úr 47,8 mió.kr. í 2021 til 71,6 mió.kr. í 2022.
Gjaldførið er eisini rímiliga gott, við tað at gjaldførislutfallið var 130 prosent í 2022, sammett við 180 prosent í 2021.
Samanumtikið er talan um ein góðan roknskap, har raksturin er góður í 2022 og felagið er væl fyri fíggjarliga..
Høvuðspartaeigari av Poul Hansen P/F er sambært roknskapinum Høgni Hansen.
Stjóri í Poul Hansen P/F er Høgni Hansen og nevndarformaður er Bjarne Pedersen Bak.
Les eisini: P/F Poul Michelsen 7,5 millónir í avlopi
---
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
---
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald