Innanlands

Poul Klementsen fyribils borgarstjóri í Sands kommunu

Brandur Sandoy røkir ikki borgarstjórarsessin vegna løgtingsarbeiði

2020-02-21 09:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt einmælt Kommunustýrið á Sandli valdi í gjár Poul D. Klementsen, sum hevur verið kommunustýrislimur síðani 2004, til fyribils borgarstjóra. Hetta skrivar jn.fo

Eftir at samgonga og landstýrið vórðu skipaði í september, boðaði Brandur Sandoy boðaði frá, at hann fór at gevast sum borgarstjóri. Hann er tó ikki formelt farin úr sessinum, men vegna løgtingsarbeiði ikki hann tøkur sum borgarstjóri. Hann er ein av fimm borgarstjórunum í miðalstóru kommunum, ið hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp til kommunuvalið seinni í ár.

Les eisini: Jóhannus Danielsen stillar ikki upp aftur

Eyðvarur Petersen hevur verði virkandi borgarstjóri í Sands kommunu síðani novemer 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder