- Er hetta okkara borgarstjóri - spell at vit hava stuðla henni.
Soleiðis endar Poul Michelsen Facebook-uppslag, sum hann hevur lagt út sunnumorgunin. Tórshavnar kommuna hevur lagt myndir av serligum átaki, sum verður gjørt í sambandi við at Merkið fyllir 100 ár. Men 15. mai legði Annika Olsen eisini lesarabræv út í sambandi við fólkatingsvalið, har hon millum annað skrivar, at føroyingar áttu at fingið danskan ráðharra í arktiskum málum, eins og grønlendskt valevni hevur róð fram undir. Og tað er hettar, sum hevur fingið Poul Michelsen til knappaborðið, har hann leggur eftir Anniku Olsen, sum hann heldur vil aftur til amtstíðina.
Lesarabrævið hjá Anniku Olsen: Føroyar arktiskan ráðharra í fólkatinginum
- Eg haldi hettar var ógvuliga undarligt at koma við, samstundis, sum man hátíðarheldur 100 ára dagin fyri merkið, sigur Poul Michelsen við Portalin.
Tvær ferðir hava Poul Michelsen og Annika Olsen siti í flokki saman. (Mynd: JN.FO)
- Vit hava stríðst fyri at fáa fullan limaskap og ávirkan í Arktiska ráðnum. Vit sita sum er í ráðnum saman við grønlendingum og danskarum og deilast um talutíðina til aðalfundin. Men annars hava vit havt ógvuliga trupult við at fáa fulla ávirkan, staðfestir landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum tó heldur tað vera ómøguligt at fara ígjøgnum fólkatingið.
- Sum er, órógva føroysku fólkatingsumboðini rættiliga nógv. Hetta eru viðurskifti, sum skulu ornast ímillum føroyska landsstýrið og donsku stjórnina. Tí tykist tað ógvuliga undarligt at Annika Olsen, sum jú ikki er ein og hvør, kemur við einum tílíkum boðskapi, greiðir landsstýrismaðurin frá. Hann leggur heldur ikki fingrarnar ímillum um, hvat hann heldur um boðskapin hjá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu.
- Hetta er jú at fara beint aftur til amtstíðina. Sjálvandi skulu vit ikki arbeiða ígjøgnum danska fólkatingið. Um vit vilja hava fulla ávirkan, er tað nakað vit mugu taka støðu til í Føroyum, staðfestir Poul Michelsen. Annika Olsen hevur eisini verið limur í Framsókn, umframt at hon er í býráðssamgongu við Framsókn í Tórshavn.
- Tað er undarligt at fólk, sum man heldur seg kenna, koma við tílíkum. Tað tykist faktiskt niðurgerandi at koma við boðskapum um, at vit skulu ígjøgnum Fólkatingið við tílíkum, sigur Poul Michelsen at enda.
Niðanfyri sæst Facebook uppslagið hjá Poul Michelsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald