Mentan

Prentvikur í Fuglafirði

Frá 12. februar til 4. mars er Ribarhús í Fuglafirði á fyrsta sinni karmur um prentvikurnar sum seta grafikk, tilfar og tøkni í brennidepilin

2021-02-06 12:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á skránni er framsýning í Gallarínum við grafikki, og á Ribarhúsloftinum fara ymiskar verkstovur fram hvørja viku.

Fríggjadagin 12. februar kl 15.00 letur framsýning upp við grafikki hjá Edith Mørkøre. Framsýningin umfatar eitt nú linoliumsskurðar, gelprent, monotypi, serigrafi, koparprent, ”Caborundum”-djúpprent, klæðisprent o.a.

Edith er til staðar frá kl 15.00 til 17.30 til prát um verkini, grafikktøkni, verkstovur, útgerð og annað. Møguleiki er at keypa kaffi og okkurt gott inni í Piddasahandli og njóta tað inni í Gallarínum.

Í viku 7 er GELPRENT Verkstova. Verkstovan er fyri byrjarar og roynd og arbeitt verður við at inntaka mynstur og formar úr gerandislutum, hondarbeiðstilfari og náttúruni inn í myndevnini.

Í viku 8 er HÁPRENT Verkstova fyri byrjarar og roynd á skránni. Á verkstovuni verður arbeitt við háprenti. Skorði verður í ymiskt tilfar, so sum linolium, speedy-carve, speedy-cut og speedy-cut easy og pressað verður við pressu, baren og skei.

Í viku 9 er KLÆÐISPRENT Verkstova "fyri byrjarar og roynd". Á hesi verkstovuni verður arbeitt við at háprenta og stempla á klæði. Skorið verður í Speedy-carve blokkar og prenta við Speedball og Cranfield svertum og prentað verður á klæðislongdir og berinet.

Alt stendur klárt til luttakararnar, tá ið teir koma á verkstovuna.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi. Verkstovurnar vera tillagaðar luttakarunum. Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Øll hava møguleika at luttaka á verkstovunum men tilmelding er neyðug.

Les meira og tilmelda verkstovur á heimasíðuni www.litbrigdi.net .

Framsýningin við Edith Mørkøre í Gallarínum er opin í tíðarskeiðnum frá 12. februar til 4. mars gerandisdagar frá kl 15.00 til 17.30 og leygardagar frá kl 11.00 til 14.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder