Hagstova Føroya staðfestir, at prísvøksturin hetta seinasta árið hevur verið lítil og støðugur eftir at hava verið stórur í fleiri ár. Rentan er lækkað nógv, og hetta dregur prístalið niður.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri novembermánað í ár.
Í november var prístalið 144,4 meðan tað var 143,5 fyri 12 mánaðum síðani.
Prísvøksturin frá november 2024 til november 2025 var sostatt 0,7 prosent. Hóast prísvøksturin er minkaður seinasta árið, kann tað kennast øðrvísi fyri húsarhaldini, tí prísirnir eru hækkaðir 20 prosent seinastu fimm árini.
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja matur og drykkjuvørur mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir nærum fýra prosent, og prísirnir á rúsdrekka og tubbaki eru hækkaðir 14,5 prosent.
Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Húsalánsrentan er lækkað nógv. Prísirnir á húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.
Í november 2025 vóru mat- og drykkjuvørur sløk fýra prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar góð 30 prosent.
Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at serliga kaffi, te og kakao er dýrkað. Prísvøksturin er næstan 22 prosent.
Smør, margarin og oljur eru meir enn átta prosent dýrari nú. Prísvøksturin á kjøti er nærum átta prosent. Av kjøtvørum er tað neytakjøt og svínakjøt, sum er dýrkað mest.
Prísvøksturin á frukt er næstan fýra prosent, meðan grønmeti er eitt gott prosent dýrari nú, enn tað var í november í fjør.
Rentur tálma vøkstrinum
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir næstan níggju prosent frá november í 2024 til november í 2025.
Miðalrentan er lækkað meir enn 40 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Hinvegin er prísurin á húsaleigu hækkaður góð ellivu prosent.
Lakari prísvøkstur enn í øðrum londum
Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn miðalprísvøksturin í flestu londum í Evropa.
Millum hini londini er prísvøksturin í Finnlandi ein tann lægsti – hann er 1,5 prosent. Prísvøksturin í Danmark er 2,0 prosent. Størstur er prísvøksturin í Íslandi, har hann er 3,4 prosent. Í Noregi er prísvøksturin 2,7 prosent.
Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald