Innanlands

Procesbevillingsnævnet loyvir ikki Fíggjarmálaráðnum í landsrættin

Úrskurðurin hjá Føroya Rætti um steðgandi virknað av umvalinum í Runavíkar kommunu verður ikki royndur í Landsrættinum

Umboðini frá Fíggjarmálaráðnum uttanfyri Føroya rætt 9. januar 2026 (Mynd: Sverri Egholm)

Umboðini frá Fíggjarmálaráðnum uttanfyri Føroya rætt 9. januar 2026 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-01 11:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fíggjarmálaráið sleppur ikki í landsrættin við úrskurðinum um steðgandi virknað av umvalinum í Runavíkar kommunu. Tað hevur Procesbevillingsnævnet avgjørt, boðar Fíggjarmálaráðið frá.

Fíggjarmálaráðið ynskti at kæra úrskurðin hjá Føroya Rætti sum tann 9. januar avgjørdi, at stevningin frá fimm kommunustýrislimum skuldu geva steðgandi virknað fyri umval í Runavíkar kommunu.

Fyri at kæra málið til Eystara landsrætt krevst loyvi frá Procesbevillingsnævnet, sum nú hevur noktað umsóknini frá Fíggjarmálaráðnum. Sagt verður, at í slíkujm úrskurðum verður ikki grundgivið fyri avgerðini.

Sjálvt rættarmálið millum teir fimm kommunustýrislimirnar og Fíggjarmálaráðið um avgerðina at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu í 2024 og skriva út umval heldur fram í Føroya Rætti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder