Meirilutin á tingi er nú koppaður yvir aftur til andstøðuna í nýggjastu prognosuni, sum byggir á 46 valstøð og 29,5 prosent av atkvøðunum.
Og Framsókn, sum fyri løtu síðani stóð til at fáa fýra tingfólk, er nú reguleraður niður á trý tingfólk, og Sjálvstýrið verður umboða við einum tingfólki.
Og harvið koppar javnvágin á tingi, so at samgongan missir meirilutan.
Fólkaflokkurin stendur til at fáa 8 tingfólk
Javnaðarflokkurin 7
Sambandsflokkurin 6
Tjóðveldi 6
Framsókn 3
Miðflokkurin 1
Sjálvstýri 1
Í samanteljingini er Aksel V. Johannessen (C) toppskorari við 558 atkvøðum, Bárður á Steig Nielsen (B) hevur fingið 454 og Jacob Vestergaard (A) 405
Kristin Michelsen hevur, í løtuni, nógv flestar atkvøður á listanum hjá Sjálvstýri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald