Hóast Framsókn ikki hevur fingið serliga nógvar atkvøður enn, so rokna valserfrøðingarnir, sum gera forsøgnir fyri kringvarpið, at Framsókn fer at tvífalda tingmannatalið hesaferð til fýra tingfólk.
Í samanteljingini hevur Framsókn higartil fingið undir trý prosent av atkvøðunum, men prognosan gevur framsókn oman fyri 11 prosent av atkvøðunum. Orsøkin til hetta er helst, at roknað verður við, at Framsókn fær gott val í Suðurstreymoy. Í Nólsoy, har nólsoyingurin Karlot Hergeirsson stillar upp, gjørdist Framsókn nógv størsti flokkur við næstan helminginum av atkvøðunum.
Fær Framsókn so gott val, so stendur núverandi samgonga til at fáa meiriluta á tingi 17 móti 16 til andstøðuna.
Fólkaflokkurin stendur í prognosuni at fáa 8 tingfólk, Javnaðarflokkurin 7, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi 6, Framsókn 4 og Miðflokkurin 2 tingfólk. Sjálvstýri og teir nýggju flokkarnir fáa ikki umboðan sambært hesi forsøgnini, sum byggir á 13,9 prosent av atkvøðunum.
Óvissan er mett til 3,8 prosent
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald