Innanlands

Próvhandan á Vinnuskúlanum

3 skiparar, 11 skipsførarar og 16 maskinmeistarar fingu prógv í dag

2019-01-25 15:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Próvhandan hevur verið á Vinnuháskúlanum í dag har prógv vóru handað teimum, ið hava staðið royndina sum skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar.

Símun Poulsen, virkandi skúlastjóri beyð vælkomin og helt eisini eina røðu fyri próvtakarunum. Gestarøðari hesafer var Ben Arabo.

Røður vórðu eisini hildnar av Annfinni Garðalíð, formanni í Skipara- og Navigatørfelagnum, sum gav próvtakarunum nøkur góð orð á vegnum og so av Ørvi Joensen og Jacob Guttesen, sum søgdu nøkur orð vegna ávikavist skipaførararnar og maskinmeistararnar.

[object Object]

Hesir maskinmeistarar fingu prógv: Sonny Hansen, Sámal Jákup Joensen, Bárður Hjaltalin Ellingsgaard, Magnus Fríði á Rógvi Simonsen, Jógvan Sivar Edvardsson, Jón Súni Christiansen, Jón Dahl-Olsen, Áki Ellendersen, Olaf Fossdal Guttesen, Kai Petersen, Dávid Thomsen, Jóhannus Hansen, Martin Poulsen, Ári Hansen, Jesar Joensen, Jacob Guttesen og Kai Petersen, sum ikki er við á myndini

Virðisløn fingu: 1. Jesar Joensen, grindaknív frá Sev. 2. Jacob Guttesen, Mátitól frá Maskinmeistarafelagnum. 3. Áki Ellendersen, kikara frá Norðoya Sparikassa. Ídnisvirðisløn: Jesar Joensen, gullur frá Skansi Offshore.

[object Object]

Hesir skiparar fingu prógv: Ólavur Dahl, Tróndur Olsen og Tórhallur Klæmintson Jacobsen

Virðisløn: 1. Ólavur Dahl, Lummaur frá Antares

[object Object]

Hesir skipsførarar fingu prógv: Ørvur Joensen, Gunnar Viðoy Staksá, John Viljam Johannesen, Petur Langaard, Marius Gunnarstein Syderbø, Fríði Potts, Jón Magnussen, Jákup Debes Joensen, Bergur Petersen, Bergar Hvannastein og Svenningur Dansson Nilssen

Virðislønir: 1. Ørvur Joensen, Gullur frá A. P. Møller. 2. Gunnar Viðoy Staksá, klokka og barometur frá Betri Samtakinum. 3. John Viljam Johannesen, ur frá Søfartens Ledere. Ídnisvirðisløn: Bergar Hvannastein, ur frá Søfartens Ledere.

Hægsta miðaltal hjá skiparum/skipsførarum: Ørvur Joensen, skipsførari, klokkusett frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder