Innanlands

Psykiatriin og endurvenjing fáa høga raðfesting

Í dag er løgtingsfíggjarlógin fyri 2022 løgd fram - einki øki innan heilsuverkið dettur niður ímillum, vissar landsstýrismaðurin um. Til ber ikki at seta krónur og oyru á allar raðfestingarnar enn

2021-09-30 17:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

 Í dag, er løgtingsfíggjarlógin fyri 2022 løgd fram, og aftur hesaferð sæst heilsuverkið væl og virðiliga aftur í raðfestingunum – eins og tað er ásett í samgonguskjalinum. Psykiatriin og endurvenjingin fáa høga raðfesting, men einki øki dettur niður ímillum, vissar landsstýrismaðurin um.

- Tað hevur verið avgerandi fyri meg, veruliga at fáa sett sjøtul á betringarnar í psykiatriini, ikki minst tá tað snýr seg um okkara børn og ungu, ið dragast við sálarliga pínu. Eisini er tað eydnast triðja árið á rað at fáa raðfest endurvenjing, sum er avgerandi fyri lívsgóðskuna hjá fólki, ið dragast við ymiskar sjúkur. Vit fáa ikki gjørt alt í senn, men eg eri væl nøgdur við raðfestingarnar, sum vit hava fingið við í fíggjarlógaruppskotið og tann leistin, vit við tí leggja fyri heilsuverkið næsta árið. Onki øki dettur niður ímillum.

Reyði tráðurin í heilsupolitikkinum hjá samgonguni er enn sum áður viðgerðartrygdin og skjót sjúkugreining og eftirfylgjandi viðgerð. Í løgtingsfíggjarlógini fyri 2022 hevur Landsstýrismaðurin millum annað viljað lagt dent á psykiastriina og endurvenjing.

Raðfestingin av psykiatriini er eisini í samsvar við yvirskipaða málið um at javnseta sálarligar og kropsligar sjúkur. Tað er harafturat ein náttúrlig avleiðing av avgerðini um, at nýbyggingin á Landssjúkrahúsinum bæði skal hýsa sjúklingum við ávikavist somatiskum og psykiatriskum sjúkum. Hetta er millum annað kjølfest í heildarætlanini fyri sjúkrahúsverkið.

Til ber at síggja ein lista vuð høvuðsraðfestingum á fíggjarlógini her. Til ber ikki at seta krónur og oyru á allar raðfestingarnar enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder