Tvær týðandi raðfestingar innan heilsuøkið komandi ár eru tær í psykiatriini og á diagnostiska økinum.
Hetta skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðu sínari, har lýst verður betrast og uppraðfestast.
Á diagnostiska økinum økist virksemið, samstundis, sum skal tað verða skjótari at fáa svar uppá blóðroyndir, skanningar við meira
Í psykatriini skal virksemið á seingjardeildini økjast frá 19 til 25 seingjarpláss, og kann hetta gera stóran mun - tað krevur eisini fleri pengar. Tá ið Psykiatriski depilin flytur í nýggja H-bygningin, verður tað møguligt at hava fleiri sjúklingar innlagdar á seingjardeildini í psykiatriini. Økta virksemi í psykiatriini hevur við sær, at tørvur verður á meirjáttan til umleið 10 ársverk afturat á Psykiatriska deplinum komandi ár.
Umframt at virksemið í psykiatriini økist við fleiri seingjarplássum, fær Psykiatriski depilin munandi betri umstøður í H-bygninginum, skrivar hmr.fo. Møguleiki skal eisini verða fyri at býta deildina sundur í fleiri eindir, so at tað er meira smidligt.
- Fleiri seingjarpláss og munandi betri hølisumstøður í psykiatriini kemur sjúklingunum til góðar, tað gleðist eg um. Harafturat nærkast vit málinum um at javnseta sálarligar og kropsligar sjúkur, nú allir sjúklingar skjótt fáa somu inngongd til sjúkrahúsið. sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Meira og skjótari diagnostikk - játtanin skal økjast við yvir trimum milliónum
Bíðitíð. Tað er nakað, sum nógv fólk knýta saman við heilsuverkinum. Tað er ofta so, at tað er leingi at sleppa framat - onkutíð kann tað eisini taka nakað av tíð at fáa svar.
Heilsumálaráðið skrivar nú, at tað skal vera skjótari at fáa svar uppá blóðroyndir, skanningar og annað. Hetta krevur tó eisini pengar: Til at røkka hesum, umframt vaksandi virkseminum á diagnostiska økinum, verður játtanin fyri komandi ár økt við 3,2 milliónum krónum. Á Diagnostiska deplinum eru røntgen, patologi og rannsóknarstova.
- Tørvurin á diagnostiskum kanningum broytist í trá við, at virksemi á sjúkrahúsinum broytist. Til dømis, verða ikki fleiri seingjarpláss á medisinska økinum, men tað ambulanta virksemi veksur. Hetta hevur við sær, at útgreiningar skulu gerast skjótari, so sjúklingar ikki eru óneyðuga leingi innlagdir, og fyri at fyribyrgja óneyðugum innleggingum.
Sí eisini: Fýra milliónir til fleiri serlæknar og heilsustarvsfólk
Í sambandi við, at fult virksemi verður í H-bygninginum komandi ár, verður økið, sum rannsóknarstovan skal fevna um, munandi størri,
Fyri at nøkta broytta og vaksandi tørvin á diagnostiska økinum, er eisini tørvur á fleiri bioanalytikarum, mikrobiologum og radiografum. Tilsamans verður tørvur á umleið 6 ársverkum til dag-, kvøld- og náttarvaktir. Harafturat verður MR-skannaratoymi, sum røkir MR-skannaran á Klaksvíkar sjúkrahúsi, styrkt.
- Hendan raðfestingin hevur stóran týdning fyri flestu sjúklingar. Tá sjúka skal staðfestast, og støða skal takast til hvør viðgerð er tann rætta, eru útgreiningarnar hjá Diagnostiska deplinum avgerðandi. Tað hevur stóran týdning fyri sjúkugongdina, at útgreiningarnar eru skjótar og rættar, staðfestir Margit Stóra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald