Uttanlands

Putin bangin fyri at ferðast til G20-toppfund

Russiski forsetin av ræddur fyri at verða handtikin, ferðast hann til Brasil, har limalondini hava G20-toppfund í næstum

Krígsbrotsmannadómstólurin hevur sent út eina altjóða umbøn um handtøku móti Putin (Savnsmynd: EPA)

Krígsbrotsmannadómstólurin hevur sent út eina altjóða umbøn um handtøku móti Putin (Savnsmynd: EPA)

2024-10-18 21:02 Author image
Áron Vest
placeholder

Í tíðindafundi hjá BRIKS limahondunum (Brasil, Russland, India, Kina og Suður Afrika) hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, í dag kunngjørt, at hann ikki luttekur á G20-toppfundinum, sum verður 18. og 19. november í Brasil. G20 er eitt samstarv millum 19 tær størstu fíggjarmaktirnar í heiminum, umframt ES. 

Orsøkin er tann, at ICC (International Criminal Court - eisini nevnt Krígsbrotsmannadómstólurin) hevur sent út eina altjóða umbøn um handtøku móti Putin. Tískil hevði Brasil havt skyldu til at handtikið russika forsetan, traðkaði hann føturnar á brasilska jørð. Ákæran frá ICC ljóðar, at Putin hevur útflýggjað ukreinsk smábørn frá heimlandi teirra til Russlands. 

Sjálvur sigur Putin soleiðis í tíðindafundinum, sambært Ritzau:

- Eg havi eitt sera gott og vinarligt samband við Lula, forseta í Brasil. Men, hví skuldi eg farið hagar? Tað hevði einans órógvað vanliga arbeiðið í samstarvinum.

Vladimir Putin sigur, at tað er lætt at gera eina avtalu, hóast hann er eftirlýstur. Sambært russiska forsetanum, so kundi ein undantaksavtala gerast, men undirtøka var ikki fyri tí.

Ikki øll lond viðurkenna ICC

Ritzau skrivar, at sambært útsøgn frá Putil til russiska tíðindastovnin, Tass, so er hann skeptiskur viðvíkjandi ICC. Hann sigur at ICC hevur ikki nakran altjóða týdning fyri øll lond. 

Tað er ein felagsskapur, hvørs ræðisrætt Russland ikki viðurkennir. Tað eru fleiri onnur lond, sum eiheldur viðurkenna ICC, sigur russiski forsetin við Tass.

Putin heldur ikki, at lond sum USA, Kina og Turkaland, viðurkenna altjóða Krígsbrotsmannadómstólin.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder