Russland hevur einki ímóti, at Ukraina møguliga gerst limur í ES, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.
– Vit hava einki ímóti tí. Tað er teirra avgerð, um tey vilja fara uppí búskaparlig samveldi ella ikki.
Russland, sum gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, er ímóti ynskinum hjá Ukraina um at gerast partur av verjusamgonguni Nato. Men tá tað kemur til búskaparlig viðurskifti, er tað teirra avgerð, sigur Putin.
ES er ikki ein hernaðarlig samgonga sum Nato er, sigur hann.
Men fer Ukraina víðari við ætlanini um at gerast limur í ES, sigur Putin, kann landið enda sum eitt slag av hjálandi hjá vesturheiminum, ein sonevnd "semikoloni" – eitt land, sum alment er sjálvstøðugt men sum í veruleikanum er stýrt av einum ella fleiri øðrum londum.
Les eisini: ES-nevndin: Ukraina skal hava møguleika at gerast ES-land
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald