Uttanlands

Putin og Netanyahu umrøddu støðuna í Miðeystri

Í telefonsamrøðu í gjár umrøddu russiski og ísraelski leiðarin m.a. avtaluna um vápnahvíld í Gaza

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2025-11-16 11:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu tosaðu í gjár í telefon um støðuna í Miðeystri.

Umframt støðuna í Gaza varð kjarorkuætlanin hjá Iran og støðan í Sýria eisini umrødd.

Russiska uttanríkismálaráðið upplýsir ikki nógv um samrøðuna men sigur, at Putin og Netanyahu "deildu sjónarmið um støðuna í Miðeystri".

Hvat Putin og Netanyahu tosaðu um í mun til Sýria og Iran verður ikki upplýst, men í mun til Gaza snúði samrøðan seg um vápnahvíldina, sum kom í gildi 10. oktober og býtið av fangum og gíslum, sum er partur av avtaluni.

Sambært ísraelskum miðlum kom samrøðan í lag eftir áheitan frá Putin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder