Uttanlands

Putin: Russland fer at yvirtaka Donbas

Tað verður annaðhvørt við hernaðarligari megi, ella við, at Ukraina sjálvt tekur seg aftur

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2025-12-04 09:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr ella seinni fer Russland at yvirtaka landaøki í Eysturukraina - annaðhvørt við hernaðarligari megi, ella við, at Ukraina sjálvt tekur seg aftur, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin í morgun sambært russiskum tíðindastovum.

Putin vísir her til Donbas-økið og Novorossija, eitt øki norðan fyri Svartahavið.

– Tað stutta av tí langa er hetta: Annaðhvørt fría vit hesi landaøki við valdi, ella so fara ukrainskar herdeildir úr økinum og fara at gevast við at stríðast har, sigur hann.

Útsøgnin hjá Putin kemur fáar dagar eftir, at hann hitti amerikonsku umboðini Steve Witkoff og Jared Kushner í Moskva fyri at umrøða eina møguliga friðaravtalu millum Russland og Ukraina.

Síðan kríggið brast út í februar 2022, hevur Putin kravt, at Ukraina skal lata frá sær Donbas, sum hevur ein russiskan minniluta. Hetta kravið varð eisini nevnt í uppskotinum til friðarætlan, sum USA kom við í november, men sum síðani er broytt.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur tó noktað at gingið hesum kravinum á møti.

Undan russisku innrásini fyri skjótt fýra árum síðani, vildi Putin vera við, at Ukraina framdi fólkadráp móti russiska minnilutanum í Donbas, og varð hetta m.a. brúkt sum grundgeving fyri at fremja innrásina.

Putin hevur tó ikki tosað nógv um Novorossija, sum er eitt størri øki, sum strekkir seg yvir fleiri ukrainskar landslutir.

Putin sigur eisini um samráðingarnar við USA, at russar eru ósamdir í onkrum av tí, sum USA er komið við. Hvat teir eru ósamdir í, greiðir hann ikki nærri frá.

Les eisini: Ikki komin tættari semju um frið í Ukraina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder