Uttanlands

Putin til reiðar til nýggjar samráðingar

Møguliga kann skipast fyri nýggjum samráðingum millum Russland og Ukraina í Istanbul, sigur russiski forsetin

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2025-06-28 16:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland er til reiðar at fara undir nýggjar samráðingar við Ukraina, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.

Nýggju samráðingarnar kunnu møguliga verða í turkiska býnum Istanbul, har seinastu tvey samráðingarumførðini millum russar og ukrainar hava verið.

Putin sigur, at har var stórur munur á russiska og ukrainska uppskotinum til eina friðaravtalu, men við nýggjum samráðingum kunnu partarnir vónandi nærkast hvørjumøðrum. Eisini sigur hann, at regluligt samskifti framvegis er millum semingsfólk á báðum síðum.

Á seinastu samráðingarfundunum millum partarnar í Istanbul, varð semja gjørd um leyslating av krígsfangum og líkini av deyðum herfólkum, og Russland er til reiðar at lata ukrainum líkini av fleiri herfólkum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder