2019-01-12 13:22
Tey, sum hava keypt sær pylsur av slagnum Rema 1000 Partypølser vera biðin um at hyggja nærri eftir pakkanum. Vandi er nevniliga fyri, at metalpettir kunnu vera í vøruni.
Tað skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Tað er Reitan Distribution A/S, sum afturkallar pylsurnar av tí at metalpettini kunnu gera skaða á tenn, munn og svølg.
Talan er um pylsur, sum eru framleiddar 19-12-2018 og sum ganga út 16-01-2019. Nettovektin er 500 g.
Mælt verður til, at fólk lata vøruna inn aftur, har hon er keypt ella beina vøruna burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald