Innanlands

Qodio flutt yvir um fjørðin

Samskiftisfyritøkan er flutt í bygning á Strondum, har Føroya Banki helt til

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, og Jógvan Andersen, stjóri í Qodio (Mynd: Sjovarkommuna.fo)

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, og Jógvan Andersen, stjóri í Qodio (Mynd: Sjovarkommuna.fo)

2019-01-21 21:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samskiftisfyritøkan Qodio, sum hevur hildið til í Runavík er farið yvir um fjørðin, og hevur nú høvuðsskrivstovu á Strondum á Strandavegi 1, har Føroya Banki fyrr helt til.

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, var á vitjan hjá fyritøkuni í dag, og bjóðaði vælkomin. Tað skrivar heimasíðan hjá kommununi í dag.

Seks fólk starvast dagliga í fyritøkuni, sum síðani 2010 hevur ment heimasíður til føroyska og útlendska marknaðinum undir navninum Faroe Media. Í 2017 varð navnið broytt til Qodio, og tað úttalast “kodio”. Stórur partur av virkseminum hjá Qodio er forritan, men eisini verður grafiskt arbeiði gjørt fyri fyritøkur og stovnar.

Útvarpsrásin R7 leigar eisini høli frá Qodio, og ger tíðindasendingar og annað har frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder