Mentan

R7 fær eina áminning um treytirnar

Landsstýriskvinnan sigur at R7 skal minnast á treytirnar fyri at hava sendiloyvi

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-08 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur biðið síni fólk í Mentamálaráðnum hugt nærri at R7, nú nógvur kritikkur hevur verið móti útvarpsrásini fyri at miðla haturstalu.

Landsstýriskvinnan segði í Degi & viku í kvøld, at R7 helst fer at fáa eina áminning um treytirnar fyri at hava sendiloyvi.

Í fyrsta umfari ímyndi eg mær, at vit senda eina áminning um treytirnar. Millum annað veit eg, at sendistøðin fráskrivar sær markant ábyrgdina, men hon hevur heilt grundleggjandi ábyrgd fyri øllum, sum verður sent, segði Rigmor Dam.

- Treytin fyri at fáa sendiloyvi er millum annað at hava ábyrgdara, og at tú millum annað ikki varpar út haturstalu.

Hon heldur tó, at man skal vera varin í slikum málum.

- Eg haldi at man skal vera rættiliga varin hvussu man fer fram í einum slíkum máli. Vit skulu hugsa um, at vit hava talufrælsi, men samstundis hava vit eisini skyldu at verja minnilutar, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, við Dag & viku í kvøld.

Skeivoygd knetti
Tað var í síðstu viku, at Pauli Trónd Petersen vísti sína ónøgd um miðlingina hjá R7. Hetta gjørdi hann á tingfundi í viðmerking til landsstýriskvinnuna.

- Eg eri í tí støðu, at eg eigi tveir adopteraðar asiatiskar synir, sum ein almennur miðil nú fer út og varpar sum skeivoygdar, og hini orðini vil eg ikki siga.

- Og tað finni eg meg simpulthen ikki í, segði Pauli Trónd Petersen.

Hann umhugsaði at vera við til, at avtala miðlastuðulin á fíggjarlógini fyri 2019, um einki bleiv broytt í miðlalóggávuni.

Les eisini: Pauli Trónd Petersen: Møguliga átti miðlastuðulin at verið avtikin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder