Ingi á Steinamørk, stjóri á útvarpsrásini R7, hevur í dag sent kæru til stjóran á Kringvarpi Føroya um brot á heili sjey leiðreglur um góðan fjølmiðlasið í Degi & viku tann 8. oktober.
R7 vil vera við, at Kringvarpið breyt sjey leiðreglur um góðan fjølmiðlasið, tá Dagur & vika hevði innslag um Andøvsløtuna við Óla Breckmann, og rumblið, sum hevur staðist av sendingini seinastu vikurnar.
Útvarpsrásin skrivar á heimasíðuni, at einki umboð fyri R7 varð bjóðað við, og man hevði heldur ikki biðið um viðmerking frá leiðsluni á R7. Hinvegin vóru umboð fyri Sosialin og Dimmalætting, ein løgtingslimur og mentamálaráðharrin umboðað í sendingini.
Í sendingini varð borið fram sum fakta, at R7 varpar haturstalu og rasismu.
- Hetta er manipulatión og grov ærumeiðing av R7, heldur Ingi á Steinamørk, stjóri.
Les eisini: Rigmor Dam: R7 fær eina áminning um treytirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald