Í samband við fyribyrgjandi arbeiði, hevur tekniska kanningareindin hjá Føroya Politi sett sjóneykuna á sokallað ”fjernskrivebord” funkuna, sum á enskum nevnist ”Remote Desktop”. ”Fjernskrivebord” er ein av teimum funkunum, sum verður nógv álopin av teldusníkum og skaðin kann verða ovurhondsstórur, um teir megna at koma inn. Teir kunnu til dømis stjala upplýsingar frá telduni, ella leggja inn sokallað ransomware, sum bronglar allar fílir á telduni og ger hana óatkomiliga fyri eigaran.
Tekniska kanningareindin hevur nýtt eina ókeypis tænastu á internetinum, sum altíð og sjálvvirkin skannar internetið fyri m.a. samband til ”fjernskrivebord”. Við at nýta hesa tænastuna kann ein og hvør í heiminum síggja, hvør í Føroyum hevur latið sína ”fjernskrivebord” funku verða sjónliga ígjøgnum internetið. Um hendan funkan er sjónlig á internetinum, merkir tað at øll, eisini teldusníkarnir, kunnu knýta samband til ”fjernskrivebord” og royna at rita inn, skrivar løgreglan á heimasíðuni.
Sí ráðini hjá løgregluni at tryggja tær telduna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald