Uttanlands

Ráðharraskifti: Ellemann verður búskaparmálaráðharri

Og Troels Lund Poulsen fer aftur í verjumálaráðið

Jakob Ellemann-Jensen og Troels Lund Poulsen (Mynd: EPA)

Jakob Ellemann-Jensen og Troels Lund Poulsen (Mynd: EPA)

2023-08-22 07:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski varaforsæris- og verjmálaráðharrin, Jakob Ellemann-Jensen verður seinni í dag útnevndur til búskaparmálaráðharra. Hann heldur fram sum varaforsætisráðharri. Samstundis fer Troels Lund Poulsen aftur í verjumálaráðið.

Tað skrivar Danmarks Radio.

Hetta verður kunngjørt á tíðindafundi í morgun.

Ráharraskiftið hendir eftir, at Jakob Ellemann-Jensen júst er vendur aftur til ráðharrastarvið eftir at hava verið sjúkrameldaður í eitt hálvt ár orsaka av strongd.

Meðan Ellemann-Jensen var sjúkrameldaður, virkaði Lund Poulsen sum verjumálaráðharri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder