Innanlands

Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár

– Við 0-hugsjónini sum stavnhaldi og boðskapinum um, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni, eru vit komin sera langt hesa hálvu øldina. Men framvegis er nógv at arbeiða fyri

Lovise Petersen Glerfoss hevur verið stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd síðan 2018 (Savnsmynd)

Lovise Petersen Glerfoss hevur verið stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd síðan 2018 (Savnsmynd)

2026-01-19 07:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 19. januar 2026 eru júst 50 ár síðani Ráðið fyri Ferðslutrygd varð sett á stovn 19. januar 1976.

– Hesi 50 árini er nógv hent á ferðslutrygdarøkinum. Nógvir batar í ferðslulógini. Tryggari vegir og bilar. Betri hugburður til ferðslutrygd og nógv færri skaðar í ferðsluni.

– Føðingardagsbarnið heldur sær væl. Navnið er óbroytt og boðskapurin er hin sami. Við 0-hugsjónini sum stavnhaldi og boðskapinum um, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni, eru vit komin sera langt hesa hálvu øldina. Men framvegis er nógv at arbeiða fyri, skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd í tíðindaskrivi.

Ráðið fyri Ferðslutrygd skrivar, at hóast onkur ár hava verið, har eingin er deyður í ferðsluni í Føroyum, henda enn syrgiligar vanlukkur, og hóast skaðarnir í ferðsluni eru nógv færri, henda enn álvarsligir skaðar.

– Í 2025 vóru 27 ferðsluvanlukkur við fólkaskaða á føroysku vegunum. Tvær teirra kravdu mannalív. Tað er ov nógv.

– Okkara føðingardagsynski í 2026 er, at Skaðanevndin, sum skal kanna álvarsligar ferðsluvanlukkur, kemur at virka. Og síðani at Ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar verður dagførd.

– Betri ferðslutrygd kemur ikki av sær sjálvum og tað er ongin, sum einsamallur røkkur málinum við 0-hugsjónini. Vit røkka málinum við miðvísum og samskipaðum átøkum. Og har eiga vit øll okkara lut - Ráðið fyri Ferðslutrygd er fyri okkum øll, skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder