Innanlands

Ráðið fyri Ferðslutrygd: Lýsa bakljósini?

Hevur tú koyrt aftanfyri ein bil, har bakljósini ikki lýstu? Tað kann skapa vandamiklar støður, um bakljós ikki eru tendrað, til dømis í skýming, regni og mjørka, og bilar aftanfyri ikki síggja teg

2019-02-17 23:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikurnar heitir Ráðið fyri Ferðslutrygd tí á bilførarar um at kanna, hvussu bakljós teirra virka. Politiið ger kanningar, meðan átakið er.

Nakrir bilar eru soleiðis innrættaðir, at bakljósini tendra sjálvvirkandi, tá tað tørvar. Í øðrum verður bilførarin mintur á at tendra ljósini, til dømis við at tað ikki er ljós í tólborðinum. Trupulleikin við summum bilum er, at bakljósini ikki tendra sjálvvirkandi, fyrr enn tað er rættiliga myrkt. Hetta sæst serliga í skýming, toku, kavaroki ella lutvíst upplýstum tunlum, við tað at her tendra bakljósini ofta ikki.

Tað kann vera lætt at gloyma, tá vit í mong ár hava verið von við at ljósini tendra sjálvvirkandi. Harumframt er tað ikki ólógligt at koyra við sløktum bakljósum, tá tað er ljóst. Trupulleikin kemur, tá tað til dømis skýmir, fer at regna ella tú koyrir inn í ein tunnil.

Er tín bilur framleiddur millum 2011 og 2016, kann vera, at bakljósini ikki altíð tendra. Í hesum tíðarskeiði var nevniliga ein ES-regla galdandi, sum setti krav um at framljós tendraðu sjálvvirkandi – men sama regla var ikki galdandi fyri bakljós. Ein av grundgevingunum fyri hesum var, at minkaða nýtslan av bakljósi skuldi hava jaligt árin á umhvørvið við minni nýtslu av brennievni og harvið minni CO2-útláti.

Frá 1. juli 2016 kom ES-regla í gildi, sum álegði bilframleiðarum, at bæði framjós og bakljós á øllum nýggjum bilum skuldi tendra sjálvvirkandi. Reglan skal fyribyrgja vanlukkur orsakaðar av manglandi ljósi. Men enn koyra nógvir bilar á vegunum, sum eru framleiddir áðrenn hetta tíðarskeið.

Góð ráð
Hevur tú bil, har bakljósini ikki altíð tendra sjálvvirkandi:
• Kanna, um til ber at innstilla bilin, so bakljósini altíð tendra, tá tú tendrar bilin
• Ven teg við altíð at tendra bakljósini, tá tú tendrar bilin. 
• Sært tú ein bil uttan ljós aftan: Blinka eina ferð vil langljósunum fyri at minna bilføraran á at tendra bakljósini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder