Innanlands

Ráðstevna um lívið tætt at sálarsjúku

Sinnisbati skipar fyri ráðstevnu um at vera avvarðandi at fólki við sálarsjúku

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2019-02-12 12:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvussu er at vera barn, tá foreldur hava svára sálarsjúku? Á hvønn hátt rakar sálarsjúka tey, ið eru rundanum? Broytast parlag og kynslív, tá ein hevur sálarsjúku? Hvørjari hjálp hava avvarðandi tørv á?

Hetta eru nakrir av spurningunum, vit fáa greiðu á mikudagin 13. mars, tá Sinnibati bjóðar øllum áhugaðum á ráðstevnuna Lívið tætt at sálarsjúku. Saman við avvarðandi og fakfólki fer Sinnisbati at umrøða tað at hava sálarsjúku heilt tætt at lívinum.

Í fleiri ár hevur Sinnisbati arbeitt við avvarðandi, og vit mugu staðfesta, at tað er tørvur á at seta enn meira fokus á hendan bólkin. Í Sinnisbata halda vit, at vit øll eiga at vita, hvat tað ber í sær at vera avvarðandi og hvørjum avbjóðingum avvarðandi møta. Eisini eiga vit at spyrja, hvørjum avvarðandi hava tørv á.

Millum luttakararnar verður Kristianna Dam, sum fyri kortum vardi Ph.D.-ritgerð sína um, hvussu tað er at vera barn í Føroyum, tá foreldrini eru rakt av svárari sálarligari sjúku. Eisini verður  samrøða við Hans Arna Olsen, Magna Højgaard og Hans Tórgarð, sum allir eru avvarðandi makar, um, hvussu sálarsjúkan hjá konuni rakti teir.

Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 13. mars. Neyðugt er at tekna seg á www.sinnisbati.fo

- Sinnibati

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder