
Í dag byrjaði rættarmálið um higartil deyðiligasta álopið á russisk sivilfólk.
Talan var um eitt álop á konserthøllina Crocus City Hall í einum forstaði til Moskva í mars í fjør, har 149 fólk lótu lív og fleiri hundrað onnur fingu skaða.
Tað vóru fýra menn, sum framdu álopið, og í rættinum í dag hava fýra menn játtað seg sekar í at hava framt álopið, skrivar Ritzau.
Tilsamans 19 eru skuldsett í málinum fyri at hava spælt ein beinleiðis ella óbeinleiðis leiklut í álopinum Tað er ógreitt, hvønn leiklut hinir 15 hava spælt.
Teir fýra menninir, sum hava játtað seg sekar koma úr fyrrverandi sovjetlýðveldinum Tadsjikistan.
Teir gingu runt í konserthøllini í 20 minuttir og lótu skutu eftir konsertgestum. Hareftir settu teir eld á høllina og rýmdu av staðnum. Stutt eftir álopið tók Islamiskur Statur ábyrgdina, men russiskir myndugleikar løgdu Ukraina undir at standa aftanfyri. Ukraina hevur víst aftur, at tey standa aftanfyri álopið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald