Í morgun varð skrivað á Portalinum, at Janus Rein var á listanum hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy. Uppstillingarfundur var í gjár. Hetta fingu vit staðfest frá álítandi keldum.
Men tað var eitt misstak, tí Janus Rein er ikki á listanum hjá Framburðsfelagnum.
- Eg var á einum lista áðrenn fundin, men greiddi á fundinum frá, at eg ikki kundi vera á listanum. Eg havi júst stovnað nýggju advokat-fyritøkuna Axia Advokatar, og tað krevur ov nógva orku, til at eg kann stilla upp sum nú er, sigur Janus Rein.
Les eisini: Annika Olsen stillar upp
Hann sigur, at hann tí ikki hevur tikið støðu til uppstilling enn, men at hetta verður gjørt, tá Løgtingsvalið nærkast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald