2020-04-24 16:46
Í kvøld verður inniligur og sjarmerandi fólkatónleikur við Ragnari Finsson í Ostahúsinum í Tórsgøtu í Havn.
Ragnar spælir keltiskan fólkatónleik. Sjálvt um Ragnar bara er 23 ár, so hevur hann verið at hoyra á føroyska tónleikapallinum í heilt nógv ár.
Ragnar og belgiski vinmaðurin, Oscar Beerten, manna bólkin Raske Penge, har teir samantvinna keltinskan og føroyskan tónleik. Ímeðan teir arbeiða upp á fyrstu plátuna, sum kemur út seinni í ár, kunnu vit fáa ein brellbita í kvøld klokkan 21 á KVF og her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald