
Á bygdaráðsfundi hjá Nes kommunu í gjár, mánakvøldið tann 28. november 2022, varð fíggjarætlanin fyri 2023 einmælt samtykt.
Skattaprosentið verður 20,5 prosent, sum er tað sama sum í 2022. Barnafrádrátturin verður 5.500 krónur, sum eisini er tann sami sum í fjør.
Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða 72,5 millónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 63,5 millónir. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 9,0 milliónir.
17,1 millónir krónur eru settar av til íløgur. Samlað gevur hetta eitt hall á 8,1 mió. kr.
Størsta einstaka íløgan næsta á er til leingjan av grótverjuni í Oyrunum - sjey og ein hálv millión - og beint yvir fimm milliónir skulu nýtast til ítróttaøkið á Svangaskarði.
Yvirlit yvir allar íløgurnar kann síggjast á nes.fo
Afturgjald av skuld verður í 2023 umleið tríggjar millónir krónur.
Samtykt er at afturgjald av skuld verður fíggjað av tøkum peningi. Íløgurnar verður fíggjaðar av rakstraravlopi, tøkum peningi og lántøku á 8 mió. kr.
Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt. Frítíðarkortið á 2.000 krónur fyri hvørt barn millum 0-18 ár verður – eins og í 2022 – eisini galdandi í 2023.
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at vaksa, í dag búgva 1494 fólk í Nes kommunu. Sostatt er fólkavøksturin higartil í ár komin uppá 44 fólk.
Bygdaráðið í Nes kommunu fer framhaldandi at leggja dent á at skapa fortreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring.
Nes kommuna


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald