
Rakul Beinirsdóttir Gardar er sett sum nýggjur løgfrøðingur í Klaksvíkar kommunu.
Hetta skrivar klaksvik.fo.
Rakul er sjalv úr Klaksvík. Hon hevur masterútbúgving í løgfrøði og hevur seinastu árini starvast á HR-deildini hjá Articon, har hon m.a. hevur umsitið starvsfólkaviðurskifti og dátuvernd.
Rakul hevur eisini starvast sum ráðgevi í samband við verkætlan hjá Apoteksverkinum og í Almennaverkinum, upplýsir Klaksvíkar kommunu.
Ein av uppgávunum hjá løgrfrøðinginum verður innanfyri dátvernd. Klaksvíkar kommuna varð í fjør hart rakt av álopi, sum teldusníkar stóðu fyri.
- Høvuðsuppgávan hjá Rakul verður at veita starvsfólkum løgfrøðiliga ráðgeving og sparring í ymiskum málum, eitt nú um málsviðgerð og alment innlit. Afturat hesum kemur Rakul at hava yvirskipaðu ábyrgdina av dátuverndarøkinum hjá Klaksvíkar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald