Innanlands

Rakul í Gerðinum er nýggjur kvøldskúlaleiðari í Vestmanna

Hon avloysir Saritu Eriksen, sum hevur verið í starvinum í mong ár. Rakul hevur júst lokið prógv sum master í føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya

2025-06-21 13:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vestmanna bygdarráð hevur sett Rakul í Gerðinum í starv sum kvøldskúlaleiðarI.

Sarita Eriksen, sum í mong ár hevur verið kvøldskúlaleiðari, hevur valt at takka fyri seg, og tí er tað at fegnast um, at ein onnur dugnaliga kvinna úr Vestmanna tekur við.

Rakul er 44 ára gomul og búsitandi í bygdini. Hon hevur júst lokið prógv sum master í føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. Rakul er upprunaliga útbúgvin heilsurøktari og var forkvinna í Heilsurøktarafelagnum frá 2016 til 2022.

Hon hevur tí hollar leiðsluroyndir, samstundis sum hon kennir væl kvøldskúlaskipanina í bygdini, har hon hevur undirvíst í føroyskum, yoga og vøggusangi.

Rakul tekur við starvinum tann 1. juli 2025 og gleðir seg at fara til verka.

- Eg veit, at tað eru nøkur kvøldskúlaskeið, sum eru serliga væl umtókt, og tey vóni eg kunnu halda fram leingi aftrat, men eg kundi eisini hugsað mær, at fingið nøkur heilt nýggj og øðrvísi skeið á skrá komandi vetur, sum ikki eru roynd fyrr, sigur Rakul í Gerðinum, nýggjur kvøldskúlaleiðari.

Vestmanna bygdarráð ynskir Rakul til lukku við starvinum og bestu eydnu við kvøldskúlanum og takkar samstundis Saritu Eriksen fyri trúðfesti og sítt íkast til bygdina.

Vestmanna kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder