Fýra gerandishugleiðingar í flottum búna.
Rangvørg eitur nýggj tónlistarlig verkætlan, sum um vikuskiftið varð útgivin talgilt á netinum.
Talan er um klassiskan sang við klaverfylgispæli. Sera dugnaliga unga sopranin Birita Poulsen syngur aftur við klaverspælinum hjá tónaskaldinum sjálvum, Kára Linderoth Jacobsen.
Talan er um fýra yrkingar ella hugleiðingar, sum Urd Johannesen hevur skrivað.
Seinnapartin sunnudagin var útgávukonssert í stásiligu konserthøllini Hátúni á Musikkskúlanum í Havn.
Her greiddi Urd Johannesen frá, at talan er um gerandisligar hugleiðingar, sum hon fór undir at skriva um tað mundið, tá Føroyar stongdi niður í 2020. Hon valdi at leggja tær út á Facebook, og undraðist yvir, at tað vóru heilt nógv sum kendu seg aftur í hennara løgna máta at síggja verðina.
Ein teirra var tónleikarin Kári Jacobsen, sum gjørdi ikki mætari enn at seta tónleik til tekstirnar, sum upprunaliga ikki vóru ætlaðir at framførast sum sangir.
Kári hevur gjørt tekstirnar til vakrar sangir sambært klassiska lied-siðvenjini.
Lied merkir vísa á týskum, men verður eisini brúkt sum heiti fyri ein serligan tónastíl við klassiskum sangum, ið vórðu komponeraðir serliga í 18. og 19. øld. Millum meistararnar í lied-tónsetingum vóru Franz Schubert, Robert Schumann og Johannes Brahms. Talan er um sang einans við klaverfylgispæli.
Løtan í Hátúni sunnudagin gjørdist eitt inniligt upplivilsi, har Birita Poulsen við síni yndisligu rødd prógvaði, at hon er við at mennast til ein solist á altjóða støði. Kári Linderoth Jacobsen prógvaði eisini, at hann meistrar trupla kynstrið at tónseta lieder til óbundnar tekstir.
Urd Johannesen las sjálv upp yrkingarnar/hugleiðingarnar áðrenn tær vórðu frumframførdar.
Sangirnir vórðu í summar tiknir upp av Finni Hansen, og nú kann ein og hvør fara út á Spotify ellar aðrar líknandi netpallar og uppliva sangirnar framførdar av Biritu Poulsen og Kára Jacobsen. Til útgávuna er gjørdur ein “húsi” við mynd, sum Heiðrikur á Heygum hevur teknað.
Niclas Johannesen, bróðir Urd, skrivar soleiðis um framførsluna í eini heilsan til systrina á Facebook:
“Fyri meg var hetta ein rík løta, ið góvu tár í eygnakrókar og smíl á varrar. Imponerandi var, hvussu væl Kári Jacobsen komponerar so leikandi lætt melodiskt og samstundis harmoniskt ríkt til óbundnar yrkingar, og hvussu væl Birita Poulsen við artistiskari nærveru tulkar við tamarhaldi, góðari intonasjón og klárari rødd føroyskan lyrikk, ið ferðast út um fonetisku eg-teg-tær-mær bøgarðarnar. Topp klassi.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald