2018-06-25 13:13
Rankin fekk í nátt eina bingju í trolið, og er nú at veg inn á Runavík. Tað var í nátt, at bingjan setti seg fasta í trolið.
- Bingjan er í spønum. Takið er burtur, afturparturin er burtur og hálvur botnur er burtur, sigur Alvi Hjelm, skipari á Rankanum.
Alvi sigur, at túrurin var næstan komin at enda, so tað órógvaði tíbetur ikki fiskiskapin nakað serligt.
- Hetta hendi í nátt. Nógv alda var, so har var ikki hugsingur um at loysa bingjuna úr trolinum. Tí valdu vit bara at hála trolið inn og bingjan liggur nú á dekkinum, sigur skiparin.
Rankin er nú á veg inn til Runavíkar, har kranabilur veðrur boðsendur at taka bingjuna av skipinum.
Rankin verður á Runavík um 15-tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald