Innanlands

Rannvá Magnadóttir er ársins Brita

Tordi at standa fram tá ein listi við nøvnum í sonevndu ‘golden maps’ var í umferð

(Mynd: kvf.fo)

(Mynd: kvf.fo)

2023-03-09 10:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjárkvøldið varð ársins Brita kosin á øðrum sinni í sambandi við kvinnutiltakið “Frú formaður”, sum varð hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Tað var Rannvá Magnadóttir, ið fekk heiðurin. Fyri, sum hin fyrsta, at tora at trakða fram og tala at, tá ein listi við kyndum av kvinnum, sonevndu ‘golden maps’, var í umferð á netinum. Hetta gjørdi hon á sínum Instagram profili. Sí leinki herundir.

Tað var Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, sum avdúkaði hvør varð kosin til ársins Britu. Hon segði soleiðis í grundgevingini:

“Treystið og dirvið hjá ársins Britu hevur verið við til at flutt okkara mørk og gjørt okkum meira búgvin sum samfelag. Ársins Brita gjørdi nakað heilt serligt, sum eisini kom øðrum til góðar. Tá samfelagið av órøttum álegði henni ábyrgdina av ágangi, nýtti ársins Brita sín egna pall at tala at og rópa varskó uttan at hava onnur at hella seg til. Treystið og dirvið hjá ársins Britu setti gongd á eina rørslu, sum síðan breiddi seg út í samfelagið.

Hennara opinleiki og hennara dirvi fekk øll at tosa um álvarsligu avleiðingarnar av talgildum harðskapi. Hon var fyrimyndarlig, hon var sterk og hon var ein uggi hjá nógvum, sum eisini vóru fyri talgildum harðskapi.

Ársins Brita var tann fyrsta í eini røð av kvinnum í Føroyum, ið sýttu fyri at gerast offur av talgildum harðskapi tá ein listi við nøvnum á kvinnum í sonevndu ‘golden maps’ var í umferð.

Ársins Brita stóð fram. Ársins Brita breyt tøgnina. Ársins Brita tók eina framsókna avgerð, hóast hon visti, at hetta kundi kosta henni.

Ársins Brita er Rannvá Magnadóttir”.

Skommin er ikki tykkara

Takkarrøðan, sum Rannvá Magnadóttir var stutt, men sterk. Hon segði soleiðis:

“Tá ið kvinnur verða vanvirdar ella offur fyri skemd, so er tað oftast kvinnan, sum skammast. Saman við mær brutu fleiri kvinnur tøgnina í mai í fjør, tá ið søgan um golden maps varð søgd í miðlunum.

Tær eiga ein stóran lut í hesum heiðrinum.

Men framvegis eru tað fleiri kvinnur, sum ikki vilja bróta tøgnina tá tær eru fyri órætti. Og til tær vil eg siga: Skommin er ikki tykkara. Takk fyri”.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder