Mentan

Rannvá og Vár fingið gávugóðs

Ungu samtíðardansararnir fingu gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting, samtíðardansarar, framman fyri mynd av Thorvaldi Poulsen av Steinum, sum testamenteraði sínar ognir til at stuðla ungum listafólki til at mennast og útbúgvast (Mynd: Brynhild Thomsen)

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting, samtíðardansarar, framman fyri mynd av Thorvaldi Poulsen av Steinum, sum testamenteraði sínar ognir til at stuðla ungum listafólki til at mennast og útbúgvast (Mynd: Brynhild Thomsen)

2025-02-08 19:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin var hátíðarhald á Fróðskaparsetri Føroya, tá ungu samtíðardansararnir, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting, fingu gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.

Tær fingu 30.000 krónur í part.

Í dag, 8. februar, er føðingardagur Thorvald Poulsens av Steinum, og á hesum degi á hvørjum ári verður peningagáva úr grunni hansara latin ungum listafólki fyri stuðla teirra listaligu menning og útbúgving.

Í ár varð gávugóðsið latið samtíðardansarunum, Vár Bech Árting og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, sum longu hava víst framúrskarandi listalig evni og framtakshug.

Blaðungar fóru tær at dansa og vísa áhuga fyri samtíðardansi sum listagrein. Síðani 2021 hevur RIVA, dansibólkurin við teimum báðum á odda, staðið fyri seks verkætlanum.

Í 2024 tóku tær tikið stig til “bydans”, ið er fyrsti føroyski samtíðardansifestivalurin, við verkum úr fleiri Norðurlondum.

Vár og Rannvá hava víst áhuga fyri útbúgving í dansi og tikið útbúgving á BA-stigi og diplomstigi, ávikavist í 2019 og 2021.

Við gávugóðsinum vil Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum eggja teimum til at halda fram við at útbúgva seg og menna samtíðardans sum listagrein í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder