2018-06-20 21:11
Fyrr í dag boðaði Brian Mikkelsen frá, at hann fór frá sum vinnumálaráðharri. Hann fer at vera stjóri í Dansk Erhverv.
Brian Mikkelsen hevur verið í fólkatingslimur í 24 ár og harav 12 ár sum ráðharri.
Forsætismálaráðið boðar í kvøld frá, at tað verður Rasmus Jarlov, sum tekur yvir eftir Brian Mikkelsen, skrivar dr.dk.
Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, fer í morgin at kunngera nýggja vinnumálaráðharran fyri Margretu drotning á Amalienborg í morgin klokkan 12:30 lokala tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald