Innanlands

Rasmus Tantholdt greiðir frá sínum arbeiði í heimsins brennideplum

Hann var einasti journalisturin úr Skandinavia, sum sendi tíðindi úr ukrainska høvuðsstaðnum, tá russisku stríðvognarnir gjørdu innrás í 2022. Mikudagin í Norðurlandahúsinum fer hann at greiða frá arbeiði sínum

2025-05-23 11:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rasmus Tantholdt var einasti journalisturin úr Skandinavia, sum sendi tíðindi úr Kyiv, tá russisku stríðvognarnir gjørdu innrás í Ukraina í 2022. Tí tað er hansara arbeiði - at vera júst har, ið kríggj, stríð og vanlukkur herja. Eitt nú hevur hann sent tíðindi úr Irak, Afghanistan, Sýria og frá arabiska várinum.

Mikudagin, 28. mai kl. 19 í Norðurlandahúsinum, fer hann at greiða frá hesum arbeiði sínum.

Í fyrilestrinum kemur hann inn á, hvussu lívið er handan myndatólið og um etisku og moralsku tvístøðurnar, hann mangan er í, og um bæði álvarsamar og margháttligar søgur, hann veit um at siga.

Eisini gevur hann okkum sína persónligu lýsing av eitt nú stríðnum í Gaza-geiranum, sum hann hevur fylgt neyvt eftir at hetta stríðið av álvara kyknaði aftur í oktober 2023.

Rasmus hevur nomið sær útbúgving á Danmarkar Journalistháskúla í juni 2000. Hann fór í starv hjá TV2 á tíðindadeildini í juni 2000 og hevur verið á uttanlandsdeildini síðan 2003. Rasmus hevur vunnið sera nógvar heiðurslønir fyri arbeiðið og hegnið sum journalistur, eitt nú fekk hann í 2022 Publicist-virðislønina fyri arbeiðið, hann hevur gjørt í Ukraina.

Til ber at keypa atgongumerki á nlh.fo.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder